FRIGG festivalurin snýr seg ikki um norðurlendskan tónleik, men eisini um aðrar listagreinar so sum sniðgeving og matmentan.
Eins og undanfarna ár, eru fleiri básar á festivalinum, har til ber at síggja og keypa ymiska sniðgeving frá norðurlendskum sniðgevum.
Í einum bási halda Fía Heinesen og Unn Baldursdóttir til. Tær eru báðar ættaðar úr Klaksvík og búgva í løtuni í Keypmannahavn.
Báðar hava tær lært design á ávikavíst Designskúlanum og á UCC
- Vanliga gera vit klæðir, men hesa ferð hava vit kastað okkum útí ymiskt annað, Unn ger smúkkur, og eg ymiskt broderí og myndir, sigur Fía Heinesen.
Vørurnar hjá Unn Heinesen eru vanliga til sølu í Østrøm, og so hevur hon eisini verið at sæð á ymiskum festivalum í Føroyum, og hetta er fyrstu ferð Fía Heinesen selur sínar vørur á festivali.