Í næstum verður ein umfatandi listaframsýning við norðurlendskum listafólki og sniðgevum í Danmark. Framsýningin eitur Nordatlantiske Strejftog og verður í listabygninginum Kunstetagerne í Hobro og byrjar 15. september.
Fleiri av fremstu føroysku listafólkunum og sniðgevunum luttaka, og tað verður Jan Andersen frá Steinprent, ið skal lata framsýningina upp.
Føroysku sniðgevarnir, sum koma at sýna fram, verða Barbara í Gongini, Guðrun & Guðrun, EINSTAKT v/ Beinta Poulsen, Turið Nolsøe Mohr.
Kunstetagerne lýsir føroysku sniðgevingina soleiðis:
- Í føroysku mótahúsunum hava tulkingar menning av siðbundnum seymimynstrum og prýði givi sniðgevum stóra góðvild. Hugsa bert um troyggjuna hjá Sarah Lund í “Forbrydelsen”.
Hinir sniðgevarnir úr Íslandi og Grønlandi eru BIBI CHEMNITZ, Nuuk Couture v/Louise Lynge Berthelsen, Isaksen Design v/ Rita og Nickie Isaksen, milla snorrason v/ Hilda Gunnarsdóttir og EYGLO v/ Eygló Margret Larusdóttir.
Við í myndlistaframsýningini eru føroysku Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen, Fríða Matras Brekku og Marius Olsen. Úr Grønlandi og Íslandi eru Bolatta Silis-Høegh, Ivínnguaq Stork Høegh, Gukki Nuka, Þorunn Bara Björnsdóttir, Þorgrímur Einarsson og Maria Sveinsdóttir Kjarval.
- Føroysk myndlist hevur hesi ár ein sannan motor í Steinprent, som til framsýningina leverar verk av fýra føroyskum myndlistafólki. Hjá føroyskum listafólki hevur tann siðbundna landslagslistin og tann eksperimenterandi samtíðarlistin eins stórt fokus, sum eisini kemur til sjóndar til framsýningina, skrivar Kunstetagerne í tíðindaskrivi um føroysku myndlistina.
Framsýningin Nordatlantiske Strejftog verður at síggja frá 15. september til 29. desember.