Snelludagar gjørdust til línudagar

Línuskipið Jógvan S hevur fingið fiskiloyvi frá einum útróðrarbáti, sum bara hevði loyvi at royna við snellu undir Føroyum

Fiskiloyvi

Skjøl fra Fiskiveiðieftirlitinum vísa, at útróðrarbáurin Nakkur, sum er annað skipið, ið skal lata fiskiloyvi til Jógvan S, hevur fingið dupult so nógvar fiskidagar tillutaðar, sum Fiskimálaráðið hevur upplýst.
Rólant Poulsen, formaður í felagnum línuskip, sigur, at hann hevur fingið at vita frá Fiskiveiðieftirlitinum, at útróðararbáturin Nakkur, sum fyrr æt Barðið, í hesum fiskiárinum hevur fingið tillutaðar 158 fiskidagar móti teimum 80, hann hevði í fiskiárinum 2001-2002. Hesir 80 dagarnir eru eisini tað, sum Fiskimálaráðið hevur upplýst saman við døgunum hjá Skørini at liggja sum grundarlag undir fiskiloyvinum hjá Jógvani S.
Eisini hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum boðað frá á tingsins røðarapalli, at hesir 80 dagarnir eru tað, Nakkur hevur latið til Jógvan S.
Men við skjalainnliti frá Fiskiveiðieftirlitinum verður nú váttað, at dagatalið er tað dupulta í hesum veiðiárinum. Kortini er talan um snelludagar, sum við umrokning eru gjørdir til helvtartal av línudøgum. Formaðurin í Felagnum Línuskip er ikki nøgdur við, at hetta verður sett upp soleiðis.
?Tað er heilt ótrúligt, sigur Rólant Poulsen, at slíkt kann koma fyri. Annaðhvørt hava bæði embætisfólkini í Fiskimálaráðnum,sum hava latið skjalainnlitið, og landsstýrismaðurin ,sum var á røðarapallinum í Løgtinginum, sagt ósatt. Ella hava tey ikki vitað betur, og hesir dagarnir so eru tillutaðir efitr, at hini uppýsinarnir eru komnir út.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sigur í viðmerking til nýggju tølini, Sosialurin hevur fingið, at hann er ikki vitandi um hatta skjalið.
Tað hann hevur fingið at vita og hevur borið víðari, er, at talan er um 80 dagar, sum Nakkur hevur havt at latið til Jógvan S. Hann hevur sum øll onnur gingið út frá, at talan var um línudagar.
Formaðurin i Felagnum Línuskip, Rólant Poulsen, heldur, hetta bendir á, at Nakkur nú knappliga hevur tvey fiskiloyvi, tá hann hevur so nógvar dagar.
So eru vit aftur við eitt annað mál, sum kemur í stríð við grein 8 í lógini um vinnuliga fiskiskap. Ta lógina, sum Fiskimálastýrið sigur liggja til grund fyri hasari viðgerðini.
Sambært teirri lógargreinini og útleggingini hjá Fiskimálaráðnum, er bert loyvt at leggja tvey fiskiloyvi saman, fingin frá skipum, sum løgd eru med alla og ikki skulu aftur í flotan.
Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum sigur, at teir 158 fiskidagarnir, nevndir eru í uppgerðini hjá Fiskiveiðieftirliitnum fyri Nakk, eru snelludagar. Umroknaðir til línudagar, verða teir hálveraðir og sostatt 79,5 ella teir 80 í tali, sum upplýst er frá Fiskimálaráðnum.
Men so kemur aftur ein annar spuringur upp. Og hann er, hvussu ein útróðrarbátur, sum er ræðisavmarkaður til at fiska við snellu nú knappliga kann selja línudagar til eitt linuskip í heilt øðrum høvuðsbólki?
Sosialurin hevur biðið um innlit í málið hjá Fiskimálaráðnum, men hevði ikki fingið svar, áðrenn blaðið fór til prentingar seinnapartin mánadagin