Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta kunngerðina um gýtingarfriðingar soleiðis, at snellubátar nú kunnu royna í Holinum , sum tað verður rópt.
Talan er um eina leið eystur úr Fugloynni, sum síðani 1998 hevur verið friðað fyri øllum fiskiskapi frá 15. januar til 1. apríl, har lína tó hevur verið undantikin. Endamálið er at verja upsan í gýtingini.
- Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið heldur lakur seinastu mánaðirnar, vísa metingarnar, at upsastovnurin kortini er væl fyri. Tí mettu vit tað vera rætt eisini at loyva snellubátunum at royna á stongdu leiðini frá 15. januar til 1. apríl, sigur Jákup Mikkelsen.
Tað er heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum, sum ber hesi tíðindi.