Tað eru helst nøkur ár síðan, at menn, sum hava fiskað við snellu á Norðhavinum í vártíðini, hava havt so frægan fiskiskap, sum teir høvdu í fjørvár.
Jóhan K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum, sum í fleiri ár hava tikið sær av at fáa útróðrarfiskin upp úr bátunum á Eiði, sigur, at tá bátatalið var størst í fjør, vóru teir umleið 40.
- Tað mesta, sum vit annars hava landað á Eiði í ein dag, er 98 bátar, og minnist eg rætt, var tað á vári í 2003. Bæði í 2002 og í 2003 var nógvur snellufiskur at fáa á Norðhavinum.
Tað var serliga, tá tað viðraði ein leygardag, at bátatalið kundi gerast so stórt. Aðrar dagar mitt í viku lá talið av bátum vanliga millum 40 og 60.
Jóhan K. Joensen ásannar, at áhugin hjá snellumonnum fyri Norðhavinum ikki hevur verið serliga stórur seinnu árini, og hetta kemst í fyrsta lagi av, at so lítil fiskur hevur verið at fingið.
- Men, í fjør royndist várið væl betri enn fleiri undanfarin ár. Bátar høvdu javnan millum 2000 og 3000 pund, og tað var eisini onkur bátur, sum fekk yvir 5000 pund ein snelludag.
Á Eiði plaga tey at siga, at norðhavstíðin vanliga byrjar um hálvan februar og varar til umleið hálvan apríl.
Fyrri partur av vertíðini er háveturstíð, og tá talan vanliga er um lutfalsliga smáar bátar, sum fiska við snellu, eru veður og vindur ógvuliga avgerandi fyri, hvussu henda tíðin roynist.
Jóhan K. Joensen veit at siga, at higartil eru bara tveir bátar komnir norður til Eiðis at bíða eftir várfiskinum.
- Ein bátur er komin úr Vestmanna, og ein er komin úr Suðuroy. Hóast vit ikki eru komin inni í veruligu vártíðina enn, hava einir fýra snellubátar higartil gjørt tveir og tríggjar túrar hvør.
Hann sigur, at bátarnir hava ligið millum 500 og 1000 pund á dagin, og sum hann hevur skilt, hava teir roynt nakað úr landi, kanska millum 12 og 15 fjórðingar.
Fiskurin, teir hava fingið, hevur verið bæði stórur og góður toskur, sigur Jóhan K. Joensen.










