Tað 82 metrar langa marglætisskipið Ocean Breeze varð smíðað í Danmark í 19081 og æt upprunaliga Qadissiyat Saddam. Men hóast tað bleiv bygt til irakska einaræðisharran, varð tað ongantíð latið honum.
Eitt felag, sum er skrásett á Cayman-oyggjunum, sigur seg eiga skipið nú. Tað er kanska vert at nevna, at jordanski kongurin, Abdullah, eigur í hesum felagnum. Skipið bleiv sett á sølulista í fjør, men irakska stjórnin mótmælti og helt uppá, at tað var bara hon, sum hevði ognarrætt til ognir, sum tann gamli einaræðisharrin hevði havt uttanlands.
Fyrr í ár fekk irakska stjórnin viðhald í einum dómstóli í Fraklandi, og skipið, sum liggur í Nice í Suðurfraklandi, er nú aftur til sølu. Tað er ikki greitt, hvør prísurin verður, men tá skipið stóð á sølulista í fjør, lá prísurin um 180 milliónir krónur, skrivar NTB.










