Sneijder til Real Madrid

Nýggi venjarin hjá Real Madrid, Bernd Schuster, hevur eftir øllum at døma tryggja sær enn ein leikara til Real Madrid.

Talan er um hollendska landsliðsleikaran Wesley Sneijder, sum kemur til felagið frá Ajax Amsterdam. Hetta visti heimasíðan hjá TV2 at siga í gjárkvøldið. Real Madrid skal sum skilst gjalda á leið 200 mió. kr. fyri málfarliga miðvallarleikaran, sum hevur skotið 57 mál í 180 dystum fyri Ajax. Wesley Sneijder hevur harafturat leikt 35 dystir fyri hollendska landsliðið.