Í Kina verður dúgliga arbeitt við eini velduga stórari ætlan við nýggjum snartoksambandi millum Beijing og Guangzhou, og í gjár fór fyrsta tokið eftir nýggju breytini við ikki minni enn 300 kilometrum um tíman.
Nýggja breytin er heimsins longsta snartokbreyt, heilar 2.298 kilometrar til longdar. Til samanburðar kann nevnast, at longsta snartokbreyt í Noregi er 80 kilometrar long.
Sambært tíðindastovuni Bloomberg styttist ferðatíðin millum Beijing og Guangzhou úr 21 niður í átta tímar.
Nýggjar snarfarleiðin hjá Kina verður ætlandi liðugt útbygd í 2015, og tá verður longdin á breytini heilar 16.000 kilometrar.
Kinverska stjórnin hevur stórar vónir um veldugu útbyggingina, og hon væntar, at nýggja og útbygda snartoksambandið fer at hava stóra ávirkan á búskaparvøksturin í landinum.
Ein slík tokbreyt leggur upp til stóra kapping við flogfeløg, sum flúgva um hesar leiðir, og longu nú eru feløg farin at arbeiða við ymiskum prístilboðum fyri ikki at missa ov nógv ferðandi til nýggju snartokini.
Ætlanin hjá Kina er, at nýggja farbreytin at enda skal røkka heilt til Hong Kong.