Pauli Sømark, sum er í kongaligu garduni, tørvar eina gentu at koma við sær í gallaveitslu. Hann hevur tí skrivað eina lýsing á facebookvanga sín, har hann sóknast eftir eini fittari gentu, sum hevur hug at koma við sær í veitslu.
Nú spøkir fyri marskakunum á páskum. Fyritøkan, sum ger Mars og Snickers, hevur avgjørt at afturkalla øll Mars og Snickers í øllum Norðanlondum, eftir at onkur fann okkurt reytt plastikk í einum mars, sum var gjørt á fyritøkuni í Týsklandi. Eisini hillarnar í Føroyum verða tømdar.
Thor í Hósvík er farið undir at selja nøkur av eldri skipum sínum. Hetta er ein liður í eini endurnýggjan, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri.
Kommunulæknin, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á fleiri kvinnur í viðtalu síni, verður nú langt um leingi ákærdur.
Og í dag skriva bygdaráðini í Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu undir avtaluna um kommunusamanlegging. Hon kemur í gildi 1. Januar 2017.










