Snartíðindi frá mikudegnum

Ársroknskapurin hjá Bakkafrost var lagdur fram í gjár. Virðið á Bakkafrost er 10-faldað seinastu seks árini og úrslitið í fjør gjørdist 810 milliónir í yvirskoti.Eigararnir fáa góðar 400 milliónir krónur í vinningsbýti, har av størstu eigararnir, Oddvør og Regin Jacobsen fáa 75 milliónir krónur. Galdandi skattareglur gera, at allir partaeigararnir rinda part av skatti sínum í Føroyum, tó at nakað fer av landinum. Virðið á partabrævinum hjá Bakkafrost vaks við stívliga 6 prosentum afturat í gjár.

 

Nýggi sjúkrahússtjórin, Johnny í Grótinum, hevur fasta telefontíð hvønn seinasta mikudag í mánaðinum, og eini sjey, átta fólk plaga at ringja til hann. Tey flestu ringja við góðum ráðum, sigur hann.

 

Bóndahjúnini í Dímun eru rættiliga beisk, nú landsstýrismaðurin í búnaðarmálum, Poul Michelsen, kunnu selja kjøt av seyði og neytum í handlum og matstovum, uttan at tað er hagreitt á løggildigum virki.

- Vit angra tað ikki, men vit eru rættiliga beisk um, at vit hava lagt so nógva orku í at lúka einum kravi, sum bara verður slept, sigur Eva í Dímun.

 

Poul Michelsen fer nú at leggja uppskot fyri tingið at geva honum heimild at nokta útlendskum skipum at koma inn um 12 fjórðinga mark. Hetta er serliga fyri at forða Sea Shepherd at koma aftur til Føroya.

 

Hondbóltsdystur var í Vestmanna í gjárkvøldið. VÍF hølvaði KÍF. Í 27. minutti fekk Rúni Joensen hjá KÍF reytt kort fyri at fella fyrrverandi KÍF-aran Niklas Selvig. VÍF vann dystin 28-16.

 

Í gjár skrivaðu Jógvan Skorhem, borgarstjóri í Klaksvík, og Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, avtalu um at leggja kommunurnar saman frá 1. januar 2016.

Magni Garðalíð segði, at hetta er einasti vegur fram fyri smáar kommunur. Jógvan Skorheim væntar ikki, at borgarin fer at merkja stórvegis mun, meðan Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, vónar, at fleiri kommunur fara at fylgja sama leisti.

Myndamaður okkara tók myndir og video av løtuni.