Snartíðindi frá mánadegnum

Fekst tú við, at Føroyar hava fingið tveir milliarderar, at pizzakøkurin hjá Hvonn flytir ella at Evrard Blé er aftur í Effo-deildini?

Fyri fyrstu ferð í søguni er ein føroyingur vorðin milliarderur, faktiskt eru teir tveir.

 

Ein genta datt í haganum oman fyri Kirkjubø. Tyrlan fór eftir henni og komin á Landssjúkrahúsið varð staðfest, at beinið er brotið.

 

Eitt ferðsluóhapp hendi seinnapartin í Kollfjarðardali. Ein maður var fluttur á Landssjúkrahúsið. 

 

Pizzakøkurin hjá Hvonn flytir, tó ikki serliga langt. Nýggja take-away matstovan Eta verður hinu megin Tórsgøtu, í Miðlahúsinum.

 

Kavarar vóru í gjár í Vágsbotni og ruddaðu botnin. Tað verður gjørt tvær ferðir um árið. Serliga er tað náttarlívið, sum dálkar.

 

Evrard Blé er nú aftur í Effo-deildini. Nýggja liðið er tað áttanda føroyska felagið í yrkisleið hansara.

 

Strandferðslan hevur gjørt støðuna upp fyri í fjør. Meðan tað einans koyra 50 ferðafólk á rutuni millum Klaksvík og Kunoy um árið, meðan næstan 223.000 ferðafólk eru við Smyrli hvørt ár.

 

Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður og sýslumaður, hevur nú fingið sær bláu bók og trygdarskeið. Møguliga fer hann trúboðaraferð til Grønlands í summar.