Bogi Andreasen skjýtur upp at leggja tak yvir miðbýin, fyri at skapa meiri lív.
Álitini frá trivnaðarnevndini og rættarnevndini eru ikki klár enn og tí er málið um samkynt hjúnarband ikki klárt at viðgera enn.
Laksalúsin er ein stórur bági fyri alivinnuna, og nú ávara granskarar um, at hon fer at breiða seg til fekst vatn eisini.
Veðurfrøðingar vænta, at bæði várið og summarið verða heitari enn vanligt um alt Evropa.
Heðin Mortensen sigur, at býráðið als ikki er kunnað, nú tunnilsfelagið er farið undir at grava tunnilsmunnan hjá Eysturoyartunlinum við Hvítanes.
Hóast virðið á partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum er voksið nakað hesa vikuna, fullu tey nógv aftur í gjár, aftan á at felagið kunngjørdi, at tað seldi part av virkseminum á norskum øki.
Rættarmálið móti Sea Shepherd um gindina í Bø var fyri í Eystara landsrætti í gjár. Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, segði, at hóast fólkini vóru handtikin áðrenn tey fingu gjørt tað nógva, so vita vit, hvat teirra endamál her í Føroyum er.
14 føroyskar kvinnur tjena yvir eina millión. Tað eru á leið líka mangar kvinnur (467 kvinnur), ið tjena yvir hálva millión, sum menn, ið tjena yvir eina millión (430 menn).