Spurningurin um broytingar í hjúnabandslógini fyllir nógv í almenna rúminum og í miðlunum, men eisini í áhuganum hjá fólki. Í gjár var spurningurin aftur settur á breddan. Hesa ferð er tað samkomuleiðslan í Kelduni í Skálafirði, sum heldur, at spurningurin átti at verið loystur við eini fólkaatkvøðu.
Klaksvíkskappingin er um vikuskiftið og í gjár vóru semifinalurnar spældar. Víking søkti KÍ við mótálopum og vann fyrru semifinaluna, meðan B36 vann ein tepran sigur móti NSÍ. Vit hava kykmyndir frá dystinum millum KÍ og Víking og B36 og NSÍ.
Almenna grønlendska tele- og postfyritøkan hevur sagt 11 fólkum úr starvi og flutt 50 onnur á aðrar deildir. Stjóri í Tele-Post er Kristian Reinert Davidsen, fyrrverandi stjóri í Føroya Tele.
Norska sjóverjan tók í gáramorgunin Gadus, sum var á veg heim eftir fiskiskap. Gadus hevði 785 tons í lastini. Sambært Norðlýsinum eru tað trupulleikar við pappírunum, sum gera, at skipið nú verður hildið aftur í Tromsø.