Snartalv-kongur

Fjórða árið á rað, fór ungi altjóða meistarin Helgi Dam Ziska við sigrinum, tá ið FM í snartalvi varð leikt í Havn leygardagin

Endaliga úrslitið av FM í snartalvi, sum var í Pálsstovu í Havn leygardagin gjørdist, at Helgi D. Ziska fekk 17½ stig, meðan John Rødgaard og Olaf Berg fingu hvør síni 13½ stig.

Spenningurin var stórur undan kappingini, um unga stjørnuskotið innan telving, 17 ára gamli Altjóða Meistarin í Talvi, IM Helgi Dam Ziska úr Havn, fór at megna at vinna FM í snartalvi fjórða árið á rað.

Har var ongin ivi: Telvað vórðu 18 talv og Helgi vann FM óvanliga sannførandi við 17½ stigi.

Teir telvarar, sum stóðu seg betri enn væntað, vunnu eisini virðislønir: 1) Rógvi Egilstoft Nielsen, 2) Høgni Egilstoft Nielsen, brøður og báðir úr Sandavági og 3) Jóhan Rói Mortensen úr Sundalagnum, Talvfelagnum Róki.