Seinnapartin í dag hevur Tromsø verið rakt av snarljósum og torusláttri. Eitt Widerøe-flogfar, sum skuldi úr Evenes til Tromsø, varð rakt av einum snarljósi.
- Flogfarið varð rakt, tá farið var undir innflúgvingina til Tromsø, sigur upplýsingarstjórin í Widerøe, Silje Brandvoll.
Ferðafólkini í flogfarinum taldu 17, og manningin taldi trý.
- Tað var eingin dramatikkur, og lendingin gekk væl, sigur hon.
Tað hendir av og á, at snarljós slær í flogfør, og eftir slíkar hendingar verða flogfør altíð gjølliga kannað.
- Koma skaðar á flogfør undir tílíkum hendingum, verða teir altíð umvældir, áðrenn flogførini verða sett í rutu aftur, sigur Silje Brandvoll.
Hendingin við Widerøe-flogfarinum seinnapartin í dag førdi til, at eitt annað flogfar varð sett inn í rutuna í staðin.
Tað skrivar www.nordlys.no