Ein maður er raktur av einum snarljósi í Kastrup Lufthavn í Keypmannahavn
Tað váttar vaktarleiðarin Michael Andersen hjá løgregluni í Keypmannahavn.
– Ein starvsmaður, sum arbeiðir á flogvøllinum er raktur av einum snarljósi, sigur vaktarleiðarin.
– Tað hendi inni á økinum hjá flogvøllinum.
Løgreglan í Keypmannahavn fekk boðini um hendingina klokkan 22:25.
Tann rakti er ein 58 ára gamal maður, upplýsir vaktarleiðarin. Løgreglan kann klokkan 23:30 ikki upplýsa nærri um støðuna hjá manninum.
– Tað kann eg ikki siga meira um, fyrr enn eg havi fingið dagføring av staðnum, sigur Michael Andersen.
Hann upplýsir, at sjúkrabilur og løgregla eru á staðnum.
Skaddi maðurin er fluttur á Ríkissjúkrahúsið.
DMI boðar frá glopraregni fleiri staðni.
Sambært Østjyllands Politi er ein maður í Eysturjúllandi møguliga eisini raktur av snarljósi í kvøld. Tað skrivar tv2.dk.
– Tað er ein maður, sum var úti og gekk tú í Skejby í Aarhus Nord. Tað, vit vita, er, at hann dettur, meðan snarljósini ganga øgiliga, sigur vaktarleiðarin Michael Øru við TV" Østjylland.
– Hann er koyrdur at skaðastovuna, men vit vita enn ikki, hvussu støðan hjá honum er.
Klokkan 22 vóru skrásett fleiri enn 1.000 dømi, har toran hevði sligið niður, skrivar BT.
/ritzau/