Snarljós rakti flogfar undir lending

Eitt ferðamannaflogfar av slangum Boeing 737 datt í dag niður, júst sum tað skuldi seta seg á kolombisku oynni San Andrés. Eftir øllum at døma rakti eitt snarljós flogfarið, sum fór í trý.

Myndugleikarnir siga, at minst eitt fólk hevur latið lív. Sambært teimum lokalu myndugleikunum var tað ein eldri kvinna, sum doyði av hjartaslag aftan á tilburðin. Umleið 120 fólk eru løstað.

CNN sigur, at 131 fólk vóru í flogfarinum. Tey flestu eru úr Kolombia, og hini eru úr USA, Týsklandi, Fraklandi og Brasil.

Flogfarið, sum eitt flogfelag í Kolombia átti, var á veg úr høvuðsstaðnum Bogotá til oynna San Andrés, sum er eitt væl umtókt stað hjá ferðafólki.