Eitt snarljós gjørdi, at eldur kom í annan motorin á einum turkiskum ferðamannaflogfari í gjár.
-Ferðafólkini fingu ein hvøkk og gjørdust bangin, men flogskiparin var kvikur og tendraði tann innbygda eldsløkkjaran, sum sløkti eldin beinanvegin, sigur ein kelda við fronsku tíðindastovuna AFP.
Flogfarið, sum felagið Turkish Airlines eigur, var á veg úr Istanbul til Izmir við 114 ferðafólkum, tá óhappið hendi. Eingin fekk skaða av hendingini, og flogfarið setti seg í Izmir í øllum góðum.