Snaran á Tvøroyri opin aftur

Snaran liggur sera væl fyri mitt á Tvøroyri og skal vera eitt savningarstað hjá teimum eldru á Tvøroyri

Snaran á Tvøroyri er nú opin aftur.

Snaran er eitt tilhaldsstað fyri eldri tvørafólk.

Tað var opið eina tíð, men tað dovnaði so burtur aftur, og nú hevur verið stongt eina tíð.

Ætlanin er at Snaran skal virka sum eitt tilhaldsstað fyri eldri á sama hátt, sum undirhúsini í Havn og í Vági og aðrastaðni við.

Tað er býráðið á Tvøroyri sum hevur tikið stig til at lata Snaruna uppaftur.

Bergur Bærendsen, sum er formaður í Sosialu nevnd, sigur, at Snaran liggur sera væl fyri, mitt á Tvøroyri í húsinum, sum Føroya Sparikassi helt til í.

Navnið til húsið er ikki tikið úr luftini.

? Snaran var eitt gamalt tilhaldsstað, har tvøramenn fyrr hittust til túnatos.

Tað var ein sessur av gróti, sum lá undir gamla ísvirkinum á keiini, har nakrir ans høvdu fast tilhaldsstað og har teir plagdu at hittast til túnatos og til at loysa heimsins trupulleikar.

Snaran, sum nú er latin uppaftur, er opin hvønn dag, mánadag til fríggjadag frá kl. 14 til 18 og leygarmorgun frá klokkan 10-12.

Bergur Bærendsen sigur, at Býráðið hevur fingið eina unga gentu, sum er í tiltakinum ?Ung í arbeiðið?, at vera eitt slag av húsavørði.

Tvs, at hon letur upp, ger kaffi, ruddar og syrgir fyri, at alt er sum tað skal, og steingir aftur.

Nøkur fólk hava verið inni á gólvinum í Snaruni, nú hon er latin uppaftur.

Har inni kunnu tey spæla kort, spæla alskyns onnur spøl, men týdningarmiklast av øllum, fáa eitt prát um leyst og fast.