Snapsurin tekur ikki lívið av H1N1

Á ólavsøku gongur fløskan ofta títt munn av munni. Ein kundi freistast at hildið, at alkoholið í snapsinum tekur lívið av smittuni, men so er ikki. Sosialurin hevur tosað við smittuverjuserfrøðing, um hvussu tú best sleppur undan at verða smittaður á ólavsøku

H1N1

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


- Skal tú sleppa heilt undan at verða smittaður, so eru einastu hyggjuráðini bara at vera heima á ólavsøku. Tað er ikki serliga nógv annað at gera. Men tað vita vit, eru ikki eini ráð, sum føroyingar kunnu brúka til nakað sum helst. Tað sigur William Smith, smittuverjuserfrøðingur, um hvussu vit best sleppa undan at verða smittað við H1N1 á ólavsøku, ella á øðrum summartiltøkum yvirhøvur.

Hóast H1N1, populert kallað svínakrím, bert er at meta sum eitt vanligt krím, ið vanlig frísk fólk ikki eru í nøkrum lívsvanda av at fáa, eru tað ikki øll, ið halda tað verða ynskiligt at liggja sjúkur á hásumri.

Hóast einasta garantiið fyri ikki at verða smittaður, er at verða heima, eru tey, ið hóast alt velja at fara á ólavsøku, ikki heilt ráðaleys.

Nøkur vanlig ráð eru, hvussu ein best sleppur undan at verða smittaður við H1N1 ella øðrum krími.


Lógvatak ein arvasynd

Ein tann fyrsti feilurin, tú kann gera, um tú ikki vil verða smittaður av onkrari influensu, er at taka í hondina á fólki.

- Tú heldur jú hondina fyri tá tú hostar og nýsur, og tí er hondin tann størsti smittuberin. Tí er tað eisini eini góð ráð at vaska hendurnar ofta við vatni og sápu, greiðir William Smith frá.

Eini onnur ráð eru at halda seg burtur frá fólki, ið hava sjúkueyðkenni, so sum at hosta og annað.

- Tey, sum hava sjúkueyðkenni eiga kanska eisini at hugsa um ikki at fara út í størri mannamúgvur, sigur William Smith.



Snapsurin sterkari enn krímið

Ein annar siður, ið føroyingar hava, er at hava eina lummafløsku hjá sær og at bjóða vinum og kenningum. Hetta er sambært William Smith eisini í allar hægsta grad ein smittukelda.

Er alkoholið ikki nóg sterkt til at drepa bakteriurnar?

- Nei, vanligt alkohol er ikki nóg sterkt til at drepa bakteriurnar við. Tá skulu vit upp á eini 70 til 80 prosent styrki, og tað vita bæði tú og eg er ikki drekkandi, greiðir William Smith frá.

Tískil eigur tú kanska ikki at taka av ólavsøkusnapsinum, um tú vil sleppa undan smittuvandanum.


Droppið maskurnar

Nógv hevur verið tosað svínakrímsmaskur, og vit hava eisini sæð óteljandi myndir av fólki við masku. Men hesar eru ikki til nógva nyttu á ólavsøku greiðir William Smith frá.

- Tú kann sjálvandi verja teg við hesum kolfipurmaskunum, men tær kann tú bara ganga við eina lítla løtu, so má tú skifta hana út.