Snapsur, øl & rækjur

   

Johan Mortensen
Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið
??????
Vit-modernaðu-altjóðagjørd- Havnarfólk-kunnu-ikki-halda-áfram-við-okkara-gakk-gakk-dupultmorali. Um man vil ella ikki, so innflyta vit umleið 400.000 litrar av rúsdrekka árliga. Av hesum eru slakir 300.000 litrar av vodka og snapsi sum vit uttan trupulleikar kunna framleiða sjálvi.
Komandi Tórshavnar Býráð skal fáa Vinnumálaráðið at dagføra okkara avoldaðu Rúsdrekkalóg so-leiðis at Jógvan Dahl og Finnur Lutzen og aðrar eldsálir sleppa í gongd í Tórshavn við framleiðslu av rúsdrekka. Í hesi vinnuni fara at verða nýggj arbeiðspláss sum vilja bøta um handilsjavnan og vit fáa eitt Tórshavns Vodka sum ferðafólk ABSOLUT fara at keypa.
Tá Havnin fær broytta Rúsdrekkalóg skal sjálvandi verða loyvt at selja øl til allar fótbóltsdystir og rockonsertir og vertshús hava loyvi at servera uttanfyri. Á bryggjuøkinum skal Býráðið gera ein altjóða Duty Free handil sum vil gleða bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk. SMS skal fáa tað skonkiloyvi sum teir áravís hava roynt at fingið.
Føroyskur snapsur og føroyskt øl hóska væl til rækjir, men skjótt verða ongar rækjur eftir hjá okkum at skola niður um vit ikki stuðla hesari vinnu eitt sindur. Vit sum eru liberal og progressivt hugsandi Tjóðveldisfólk vilja at rækjuskipini fáa ein ávísan og avmarkaðan stuðul. Vit eru um at missa alingina og vit hava ikki ráð til eisini at lata rækjurnar fara.