Snapchat steðgar festligum filtrum

Snapchat letur Lens Store aftur

Snapchat letur Lens Store aftur, hóast fólk hava havt stóran áhuga í at keypa tey ymsu filtrini, sum kunnu tykjast stuttlig at leggja út yvir onkrar myndir.


Snapchat byrjaði við hesum filtrum í november mánaði, men longu nú verða sølan av teimum steðga, tí Snapchat fer heldur at stíla eftir lýsingum fyri fyritøkur.

Tey, ið hava keypt í Lens Store, kunnu varðveita filtrini, tey hava keypt, og harafturat verða tað 10 ókeypis filtur tøk til Snapchat-brúkarar hvønn dag.

Lens Store hjá Snapchat letur aftur fríggjadagin.