Snap! til Føroya

Elektroniski rappbólkurin Snap!, sum fyrst í 90-árunum tók allan heimin á bóli, kemur til Føroya at spæla komandi vikuskifti.

 

Fríggjakvøldið vitjar ein forkunnug tónlistarlig leivd frá 90-árunum í Rex.

 

Talan er um týska elektroniska rappbólkin Snap!, sum gjørdist heimskendur við løgunum ´I´ve Got the Power´, ´Rythm is a Dancer´ og ´Mary had a little Boy´. Í alt tíggju løg hava ligið á Top 10-listanum í Onglandi, harav tvey hava ligið ovast.

Hip hop-løgini, sum vóru slóðbrótandi tá, hava fingið kultstatus í dansistøðunum í Evropa, og tað kemur eisini fyri, at tey verða spæld í Føroyum.

 

Bólkurin byrjaði sum ein týsk elektronisk verkætlan. Tveir týskir tónleikaframleiðarar, Michael Münzing og Luxa Anzilotti, fingu ymiskar sangarar at leggja rødd til elektronisku tónararnar.

 

Fyrsta plátan, ´World Power´ vann platin bæði í Stóra Bretlandi, Týsklandi og í USA, og fleiri løg á plátuni lógu ovast á hittlistunum í fleiri londum. Seinni fylgdu fleiri single-plátur, sum eisini seldu nógv og gjørdu um seg á hittlistunum.

 

Eitt lag, ´Keep It Up´, fekk innivist í filminum Rocky V. Kendasta lagið, ´I´ve Got The Power´, var við í fleiri filmum, m.a. The Fisher King og Bruce Almighty við Jim Carrey í høvuðsleiklutinum.

 

Bólkurin gjørdi lítið um seg í nøkur ár, men í 2000 gjørdu teir eina miseyndaða roynd at koma fram aftur. Kortini komu aðrir framleiðarar til hjálpar, og í 2003 vórðu nøkur av gomlu løgunum endurútgivin á útgávuni ´The Cult of Snap´.

 

Seinasta lagið varð gjørt í 2006. Tað eitur ´Beauty Queen´. Lagið er einans at hoyra á dansistøðum, og er ikki komið út.