Nógvir kvinnukjálkar vóru heitir, tá Budam rokkaði bestu framførsluna á G! MINI higartil fyri lítlum tíma síðan Áskoðarir vildu hava meir, tá Budam fór av pallinum fyri lítlari løtu síðani. Budam eigur bestu framførsluna, ið hevur verið á G! MINI í ár. Budam og viðsangarin, Ása Wraae, rokkaðu senuna við fjølbroyttum tónum, og kropparnir vóru ikki í somu støðu einaferð á senuni.
Intenst, vakurt violinspæl frá Heiðrun Petersen fekk mannfólkini at ýla, meðan sexutta framførslan hjá Budam óivað hevur fingið nógvar kvinnukroppar at leingjast.
Áskoðararnir vóru við frá byrjan. Fjøldin klappaði, sang og dansaði, og stemningurin var á hægsta støði gjøgnum alla konsertina. Budam hevði samband við fjøldina, og hetta gjørdi, at framførslan varð besta framførslan higartil á G!.
Framførslan var fjølbroytt við violinspæli, klappispølum, lekrum røddum og kropsrørslum, meðan áskoðararnir vóru ein partur av stóra upplivilsinum.










