Snævurskygnið styggir

- Allar kristnar samkomur í Føroyum áttu at sett sær sjálvum tann pínliga spurningin: Hvussu ber tað til, at tey forfjónaðu í Bíbliuni hildu seg tætt at Jesusi, meðan tey halda seg langt burtur frá okkara kristnu samkomum, sigur 27 ára gamli Gimmi Olsen, sum júst er afturkomin úr Mali, har hann hevur verið við Sudanmissiónini.

Gimmi Olsen úr Klaksvík er ein av ungu eldsálunum í kristiligum virksemi í Føroyum. Hann er virkin í ungdómsarbeiðinum í Heimamissiónini, hevur verið skrivari hjá KFUM/K í Havn, og fyri stuttum gjørdist hann nýggjur nevndarlimur í landsnevndini hjá Bláa Krossi Føroya. Beint fyri páskir kom Gimmi aftur úr Mali, har hann hevur verið lærari hjá trúboðarabørnum.
Páskir - ein nýgg dimensjón
Gimmi hevur altíð verið kristin, men hansara kristna sanføring og virksemi er nakað, sum hevur ment seg so líðandi. Men sjálvt um hann sjálvur ikki hevur upplivað eina knappliga umvending, har alt lívið broyttist frá eini løtu til aðra, ásannar hann, at ofta skal okkurt óvanligt henda, áðrenn tú verur ryktur úr rangmyndini av, at allur heimurin snýr seg um teg sjálvan.
? Tá pápi mín doyði í januar síðsta ár, fór eg at hugsa øðrvísi um, hví vit eru her, og hvør meiningin er við øllum. Til dømis fekk páskaboðskapurin ein heilt annan týdning fyri meg. Søgan um deyðan, uppreisnina og syndanna fyrigeving ber jú boð um vón, og eg fór á ein serligan hátt veruliga at hugsa um, at okkara lív ikki bara endar her, og at alt, sum vit gera, er ein liður í eini nógv størri ætlan. Uppreisnin og eitt nýtt, fullkomið lív í himmalinum gevur mær gleði og styrki at liva lívið, sigur Gimmi.
Snævurskygnið styggir
Tíðin burturi frá Føroyum hevur fingið Gimma at hugsa um, hvønn leiklut kristnu samkomurnar spæla her, og hví tað ofta tykist sum, at ein djúp gjógv skilir samkomurnar frá restini av samfelagnum.
? Tað er so øgiliga lætt at ganga og vera kristin inni í eini lítlari samkomu í Føroyum, har onki hóttir teg ella fær teg at ivast í tíni trúgv. Tað er ikki fyrr enn, tú fert út um samkomuna, at tín trúgv skal standa sína roynd, og tað hevur tú í stóran mun møguleika at spara teg fyri. Úrslitið er ofta eitt ótrúligt snævurskygni, sum kann merkjast innan samkomur í Føroyum. Nógv fólk halda, at vit halda okkum vera betri enn onnur, og vit hava ivaleyst sjálvi skylduna av tí. Røddir hava verið frammi um, at vit mugu royna at broyta hasa sjálvsrættvísu myndina av okkum sjálvum. Bæði tí at ongin hevur rætt til at siga seg vera betri enn onnur og eisini tí, hon styggir so nógv fólk burtur.
Í samkomuni tosa vit eisini ofta um, hvat vit kunnu gera fyri at greiða fólki frá, at vit ikki halda okkum vera betri enn nakar annar. Eg eri trúgvandi, júst tí eg havi tørv á Jesusi, tí eg eri ein syndari, sum øll onnur. Lyftini um at vera eitt Guds barn eru tengd at, um tú metir Jesus vera tín frelsara ella ikki, og um tú heldur teg hav tørv á honum. Her er tað umráðandi hjá tí trúgvandi ikki at líkjast tí sjálvrættvísa manninum, sum fór niðan í halgidómin og roknaði upp og rósti øllum tí, hann hevði gjørt og takkaði fyri, at hann ikki var sum hasin tollarin. Tollarin hinvegin tóg seg um bringuna og bað: Gud náði meg syndara.
? Tað er okkurt øvut í, at um tú traðkar við síðuna av, so er tú "ferdigur" í ávísum samkomum. Um tað ikki er pláss fyri vanligum menniskjum og teirra feilum í samkomuni, hvørjum er tað so pláss fyri, spyr Gimmi undrandi. Eg veit ikki, um samkomurnar geva sær far um, hvussu lemjandi hesin hugsunarhátturin er. Í berum ótta fyri at gera nakað skeivt, velja fólk onki at gera og gerast tí bara meir og meir óvirkin, sigur Gimmi.
Hinvegin er tað ikki rætt at geva samkomunum alla skyldina, tí tú sært eisini virkin kristin sum snávaðu, og síðani hildu seg burtur frá samkomuni, tí tey sjálvi hildu seg ikki vera nóg verdug í Guds eygum. Vit hava so torført við at trúgva tí, sum Jesus bjóðar okkum. Hetta at Jesus gevur okkum møguleika at byrja av nýggjum, hóast vit hava snávað.
Tá tey kristnu kasta skuggar
Tað hava verið løtur í lívinum hjá Gimma, har hann ivaðist í, um hann megnaði at liva upp til tær ymsu fyrimyndirnar, hann sá rundanum seg. Seinni er hann komin til ta niðurstøðu, at skalt tú vera ein virkin kristin, liggur vandin fyri at traðka við síðuna av altíð og lúrir, og tað hevur hann valt at liva við.
? Eg minnist eitt tíðarskeið, har eg kendi meg serliga mótfalnan, tí eg helt meg ikki kunna liva upp til tað fullkomna lívið, er kravdi av mær sjálvum. Eg valdi at tosa við ein trúboðara um hetta, og hann bað meg halda uppat at hyggja at mær sjálvum ella hinum og heldur hyggja eini 2000 ár aftur í tíðina, eftir tí, sum hendi á krossinum og tí, sum gjørdi meg til eitt Guds barn. Hetta hjálpti mær víðari, tí tað setti alt í sítt rætta høpi aftur.
? Ómetaliga nógv orka fer til at halda fasaduna í ordan, so at onnur ikki síggja okkara feilir, tí vit halda, at fyri at kunna verða verðandi Guds børn, mugu vit liva eitt fullkomið lív. Hetta botnar í eini misskiljing av, hvør Jesus var, og hví hann varð sendur niður á jørðina til okkara. Tað eru jú tey sjúku og ikki tey frísku, sum hava brúk fyri hjálp, og tí lesa vit um í Bíbliuni at tollarar og syndarar hildu seg nær at Jesusi. Kristnar samkomur áttu tí at sett sær sjálvum tann pínliga spurningin: Hví hætta tey forfjónaðu sær ikki at leita sær hjálp hjá kristnum samkomum í dag, sigur Gimmi.
? Ein partur av svarinum er, at nógv av teimum, sum siga seg vera Jesu lærusveinar, skugga alt ov nóg fyri, so fólk ikki fáa loyvi at síggja og møta Jesusi sjálvum og tí boðskapi, hann boðaði, meðan hann gekk her á jørðini. Sjálv eru vit bert ein skuggi av Jesusi og onkuntíð eisini ein forðan fyri, at onnur koma at kenna Jesus.
- Summi minnast kanska aftur á, hvussu tey keddu seg í sunnudagsskúlanum, og summi keða seg framvegis onkuntíð á møtunum. Eftir mínum tykki er tað ófatiligt, at nakar hevur megnað, at gera ta ótrúliga spennandi søguna um Jesus so stirvna og keðiliga. Tí Jesus sjálvur var og er sanniliga hvørki stirvin ella keðiligur. Tvørturímóti - og tað átti at fingið okkum at raknað við, heldur Gimmi.
Saknar felagslívi
Tíðin í Mali hevur eisini fingið Gimma at seta spurnartekin við, hvønn týdning næstakærleiki í grundini hevur fyri føroyingar í gerandisdegnum.
? Okkum dámar væl at erpa okkum av okkara sterka sosiala samanhaldi í mun til í Danmark, har til dømis gomul fólk kunnu liggja deyð í fleiri vikur, uttan at nakar varnast tað. Men alt veldst jú um, hvat tú samanber við. Fara vit bara eitt sindur longur enn til Danmarkar, byrjar hatta sterka samanhaldið at vikna munandi. Í mun til mentanina í Mali, tykist tað heldur, sum at føroyingar fyrst og fremst hugsa um seg sjálvan.
? Í Mali var tað til dømis ófólkaligt at halda seg fyri seg sjálvan. Eg minnist, at í byrjanini dámdi mær væl at fara inn til mín sjálvs og leggja meg at lesa, áðrenn eg legði meg. Hetta hildu tey vera sera løgi og asosialt. Tey undraðust yvir, hvar eg fór og vildu heldur hava meg at koma og seta meg hjá teimum, so vit kundi práta saman.Sjálvi livdu tey í stórum familjum, har øll ótu saman, fylgdu við í lívinum hjá hvørjumøðrum og vóru bundin hvør at øðrum á ein serligan hátt. Tað tóktist næstan ikki, sum at einsemi yvirhøvur var til.
? Tey gjørdu lítið og onki burturúr at hava vøkur hús, tí húsini vóru bara til at sova í. Tey valdu heldur at brúka pengarnar ella tað, tey áttu, uppá eitthvørt, sum kom teirra nærmastu til góðar. Tey flestu livdu av at selja somu vørur, men eg merkti onki til nakra kapping, tí tey gingu inn og út úr grannahandlunum og hjálptust at allan dagin. Soleiðis var tað allan vegin ígjøgnum, og hatta felagslívið er nokk tað, eg sakni mest, nú eg eri afturkomin, sigur Gimmi.
Sjálvsøkið at lata vera
Trúboðaravirksemið millum tey innføddu úti um heimin er framvegis nakað, ið vekir mistrúgv millum mong. Áttu ræðuleikarnir, sum fylgdu í kjalarvørrinum av vesturlendingun, sum gjøgnum tíðirnar hava kúgað og dripið í Guds navni, ikki at lært okkum, at lata hesi fólkini fáa frið?
? Hatta er ein spurningur, sum allir trúboðarar hava í huganum, sigur Gimmi. Undirlutakenslan hjá teimum svørtu mótvegis teimum hvítu er eisini ein daglig áminning um, hvussu skeivt vit hava borið okkum at. Hinvegin hava vit eisini havt lyndi til at romantisera lívið hjá teimum innføddu í so nógv. Um tey yvirhøvur hava eina trúgv, er hon kanska lívsnoktandi, við tað at menniskjalív ikki verða vird nakað serligt. Har haldi eg meg hava nakað at bjóða teimum. Avgerðina mugu tey taka sjálvi, men tey skulu hava møguleikan at velja.
? Sjálvandi hugsi eg eisini um, at mín trúgv jú bert er ein av mongum, sum bjóða seg fram. Hatta er ein tanki, sum upptekur meg nógv, men sjálvur eri eg sannførdur um, at Jesus er einasti vegurin til Gud, tí soleiðis sigur hann tað sjálvur. Eg havi virðing fyri, at onnur hava eina aðra fatan, men tað er munur á at virða og so at góðtaka
? Ein líka áhugaverdur spurningur er, hvat hesi fólk skulu brúka Jesus til. Dagurin hjá teimum snýr seg ofta bert um at yvirliva og at syrgja fyri, at børnini fáa okkurt at eta hvønn dag. Sjálvur vóni eg einaferð møguliga at fara út at virka sum trúboðari og samstundis hjálpa við ítøkiligum trupulleikum í gerandisdegnum. Men ongin veit jú á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, so vit fáa at síggja, hvat tað verður til.
? Hví eg havi hendan dreymin? Tí eg vóni, at Jesus kann fáa sama týdning í teirra lívi, sum hann hevur í mínum: Tað er hann, sum gevur mær vón, styrki og drívmegi til at halda út - eisini tá alt tykist meiningsleyst. Tað hevði verið sjálvsøkið av mær at hildið hetta fyri meg sjálvan, sigur Gimmi at enda.