Snávaðu ikki

Við sigrinum á Kyndli er VB mest sum tryggjað pláss í FM-finaluni

Hondbóltur

 

Enn eru seks dystir eftir at spæla. Og fýra stig eru niður til Neistan. Men tað skal nú vilja heilt illa til, um VB ikki spælir seg í FM-finaluna í Sunset-kappingini.

Størsti snávingarsteinurin í so máta var helst heimadysturin móti Kyndli, og talan gjørdist eisini um ein dyst, har VB ikki fekk nakað sum helst forerandi.

Kyndil var nevnliga væl við allan dystin. Okkurt lítið skifti vóru tær grønu enntá á odda, men sum dysturin leið, so megnaðu tær kortini ikki at halda fast um hetta.

Tvørtur ímóti vórðu tað tær úr Vági, sum høvdu kaldastu nervarnar, tá mest stóð á. Tað stóð annars á jøvnum 21-21, men tá Kyndil fyrst misnýtti brotskast og síðani fekk eina útvísing, kundi VB renna undan. Og við trimum málum á rað beindu tær allan iva burtur.

Samstundis sum tað hjá VB var nærum ein staðfesting av, at liðið fer at røkka FM-finaluni, so mundi Kyndil við hesum helst eisini veitra farvæl til bronsumøguleikan. Hesin hevur kanska verið av meira teoretiskum slag, men víð góðu gongdini hjá Kyndli, var tað kanska ikki heilt veruleikafjart kortini. Nú er munurin upp til Neistan tó fimm stig, og tá Kyndil hevur spælt ein dyst meira, verður metallið ógvuliga trupult at røkka.

 

Fakta um dystin

VB-Kyndil 26-23 (12-11)

10 min: 5-4

20 min: 9-8

40 min: 14-15

50 min: 19-20

Málskjúttar

VB: Daiva Toumaite 10(4), Christina Holm 6, Gurið Mortensen 3, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 2, Miriam Michelsen 1, Theresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1

Kyndil: Randi S. Wardum 6(1), Barbara Egilstrøð 5(1), Lina Andriulyte 4(2), Ronja Mikkelsen 3, Bjørg Syderbø 3, Tordis Tróndarson 1, Ragnhild á Plógv 1

Brotskøst: VB 5, Kyndil 6

Útvísingar: Kyndil 2

Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)