Snávaði Útjaðarin?

Nú er drúgv tíð gingin síðani nakað hoyrdist um tað positiva arbeiði, sum útjaðarapolitikarar tóku stig til. Hvat er orsøkin? Hevur ein hug at spyrja.

Tað má ikki henda, at slíkt arbeiði dettur niðurfyri. Tað er øllum púra greitt, at uttan eitt gottt og miðvíst arbeiði millum politikarar úr útjaðaraøkinum, fer einki at henda til bata á hesum økjum.

Sjálvandi skal farast fram við skili og undir ábyrgd. Tað er burturvið, at onkur roynir at fáa sær politiskan løtuvinning burturúr við at royna at seta aðrar í beinleiðis knípu. Havast má í huga, at nakrir eru í samgongu meðan aðrir eru í andstøðu. Hetta setir sjálvandi serlig krøv til politiskan dugnaskap og skynsemi og eigur ikki at vera einstíðandi við, at ikki kann arbeiðast saman. Tí royndir vísa hóast alt, at einans samanhald og gott politiskt stev og planlegging tvørtur um politisk mørk kann nú bjarga útjaðaraøkjunum frá avtofting.

Eg havi hug at finnast at, at byrjanarroyndir tykkara í sjúkrahúsmálinum eins væl og í málinum um oljuútgerðarhavn fór fram eftir frummum. Hatta er als ikki mátin at gera tað uppá. Slíkur framferðarháttur kann lættliga forkoma øllum samstarvi um útjaðaran. Har átti stevið millum suðuroyarpolitikararnar at verið betur og spell var, at tað góða samstarvið longu tá snávaði og mundi farið fyri bakka.

Eg fari at heita á tykkum allar um sum skjótast at finna saman aftur. Tað má ikki eydnast eitt nú nøkrum einoygdum blaðmonnum úr høvuðastaðnum ella nøkrum lokalpolitikarum í miðstaðarøkinum at seta kílar tykkara millum, ikki heldur at ræða tykkum við hóttanum ella látursgerðing, slíkt er ov bíligt. Verið eisini á varðhaldi móti floksdiktaturi.

Haldið fast í góða viljan og finnið stevið aftur, tað er einasti møguleiki fyri bjarging. Latið ikki tíðina ganga undan. Nú hastar við bøtandi hond til útjaðaran.


Vinarligast

Johannes Jacobsen, Klaksvík