Snýttur av Vágs Kommunu

Felagið Fær - byg hjá Signari Skaalum á Tvøroyri hevði lægsta tilboðið, tá arbeiði at byggja eldrasambýlið í Vági varð boðið út. Men hann fekk ikki arbeiðið. Kommunan vildi heldur hava ein lokalan, og tí kennir hann seg snýttan og metir, at kommunan hevur brotið reglurnar um almenna lisitatión

Seks vóru byggiharrarnir, ið góvu tilboð uppá at byggja eldrasambýlið í Vági. Felagið Fær Byg hjá Signari Skaalum á Tvøroyri hevði lægsta tilboðið, ið ljóðaði á 3,7 milliónir. Næsthægsta tilboðið hevði ein vágbingur, og var hetta 50.000 krónur hægri enn tað hjá Signari Skaalum. Men hóast hetta, var tað vágbingurin, ið fekk arbeiðið.

Signar Skaalum fekk í hesum sambandi bræv frá útbjóðaranum, har greitt varð frá, hví hann hóast lægsta tilboðið ikki fekk arbeiðið. Í brævinum verður sagt, at mett verður at peningaligi munurin á tilboðunum er so mikið lítil í mun til fyrimunin við at taka lokalan byggiharra. Mett verður nevniliga, at tá lokalur byggiharri verður valdur, hevur hetta fyrimunir við sær í framtíðni viðvíkjandi viðlíkahaldi.


Sjálvsognarstovnur

Signar Skaalum skilir ikki valið, tí vanligt er tá alment arbeiði verður boðið út, at tikið verður av tí lægsta tilboðnum. Tískil fór eigarin av Fær - byg somikið langt, at hann kærdi málið til Landsstýrið. Haðani fekk hann at vita, at eigara- og rakstrarviðurskiftini viðvíkjandi Eldrasambýlinum í Vági eru skipað á serligum rættarligum grundarlag á tann hátt, at kommunan, sum stovnari, við innskoti av kapitali og við viðtøkum, hevur stovnsett sjálvsognarstovn, sum eigur bygningin, ið skal hýsa eldrasambýlinum í Vági. Tí er tað nevndin fyri sjálvsognarstovnin, sum hevur avgjørt, hvør skal hava arbeiðið.

Niðurstøðan hjá Løgdeildini á Løgmansskrivstovuni er, at sjálvsognarstovnurin »Eldrasambýlið í Vági« lógliga kundi taka við næstlægsta tilboðnum. Grundgevingin er, at rættarliga grundarlagið fyri viðurskiftitunum millum útbjóðara og tilboðsgevara er privatrættur, orsakað av, at talan er um ein sjálvsognarstovn.


Bert tosað við kommununa

Timburmeistarin á Tvøroyri heldur tað vera ógvuliga løgi, at tað bráliga er ein sjálvsognarstovnur, ið er útbjóðari. Hann vísir á, at tilboðið í síni tíð varð latið Vágs Kommunu, og harafturat er alt samskifti viðvíkjandi eldrasambýlinum farið fram millum hann og Vágs Kommunu.

Advokaturin hjá Fær Byg, Bjørn á Heygum, metir tað vera stak vánaliga undanførslu at siga, at talan er um ein sjálvsognarstovn, tá veruligi samráðingarparturin alla tíðina hevur verið Vágs Kommuna. Bjørn á Heygum vísir somuleiðs í skrivi til Signar Skaalum á, at tað er Vágs Kommuna og ikki sjálvsognarstovnurin, ið hevur tikið av næstlægsta tilboði við atliti til lokalu arbeiðsmegina. Harafturat vísir advokaturin á, at talan er um almennan pening, sum altíð prinsipielt er undirgivin almennum eftirliti, og tí er tað bara ein bíligur máti hjá Landsstýrinum, sum kommunalt efftirlit, at skáka sær undan sínum skyldum, tá víst verður til, at talan er um ein sjálvsognarstovn, ið er útbjóðari.

? Eg kenni meg ikki sørt snýttan av, at eg, sum lægsti tilboðsgevari, ikki fekk arbeiðið. Eg helt veruliga, at arbeiðið varð boðið út, fyri at fáa fleiri at geva tilboð og síðani fyri at taka av tí lægsta, men eg má ásanna, at orsakað av, at eg búgvi á Tvøroyri, vildi Vágs Kommuna ikki lata mær arbeiðið.

Signar Skaalum heldur, at atburðurin hjá Vágs Kommunu kann vera ógvuliga óheppin fyri handverkarar og onnur virki í Vági, tí tá kommunan ikki vil taka ímóti arbeiðsmegi av Tvøroyri, so er vandi fyri, at tað sama er galdandi fyri vágbingar, tá arbeiði skulu gerast á Tvøroyri.

Tilboðið hjá Fær Byg, felagnum hjá Signari Skaalum, ljóðaði á 3,7 milliónir, og av tí, at hann ikki fekk arbeiðið, missir felagið umleið 200.000 krónur í vinningi.

Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Jógvani Krosslá, býráðsformanni í Vági, í gjár, men ikki bar til at fáa fatur á honum áðrenn blaðið fór til prentingar.