Snýtt landskassan fyri 760.498 krónur

Løgreglan og ákæruvaldið eru nú liðug við at kanna eitt mál, har eigarin av einari bilasølu í Tórshavn, ið fæst við at selja fínar brúktar bilar, er undir illgruna fyri at hava snýtt landskassan. 


Tað var í januar, at løgreglan framdi eina húsarannsókn á eina bilasølu í Havn, har hald varð lagt á fleiri bilar, skjøl og annað. Síðani hevur løgreglan kannað málið og fyri nøkrum vikum síðani varð málið handað ákæruvaldinum at taka støðu til.


Fyrr í vikuni varð ákæruvaldið liðugt við at kanna málið, og er málið nú latið Føroya rætti. Greitt er, at maðurin verður ákærdur fyri svik móti landskassanum.


- Maðurin verður ákærdur fyri skjalafalsan og brot á løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum. Hann er ákærdur fyri 18 brot av hesum í einum tíðarskeiði frá januar 2014 til apríl 2015, verður upplýst frá ákæruvaldinum.


Harumframt verður upplýst, at talan er um 760.498 krónur, ið tann ákærdi av órøttum ikki hevur goldið landskassan í skrásetingargjald.


Fyrr hevur løgreglan upplýst, at illgruni er um, at innfluttu bilarnir hava havt eitt størri virði enn tað, ið eigarin hevur upplýst fyri Akstovuni, tá hann hevur fingið bilarnar til landið.


Afturfyri lógarbrotið krevur ákæruvaldið, at tann ákærdi verður dømdur fongsulsrevsing, umframt at dómarin verður biðin um at taka støðu til eitt endurgjald til landskassan fyri tær 760.498 krónurnar, ið tann ákærdi hevur snýtt landskassan fyri.