Snýta tað almenna

Sambært fíggjarlógini hjá norsku stjórnini fær ríkiskassin 190 milliardir norskar krónur í meirvirðisgjaldi í ár. Tað svarar til 20 prosent av øllum inntøkunum hjá ríkiskassanum.

Men í veruleikanum skuldi talið verið nógv størri, sigur Jørgen Kosmo, sum er ríkisgrannskoðari.

Hann sigur við NRK, at reglurnar eru soleiðis háttaðar, at tær næstan eggja fólki at snýta, og sjálvur heldur hann, at ríkiskassin missir einar 30 milliardir norskar krónur um árið, tí fólk og fyritøkur snýta við meirvirðisgjaldinum.