Snýta suðuroyingar

Jóannes Eidesgaard heldur, at Tjóðveldisflokkurin tosar suðuroyingar upp í lag, tá hann sigur, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni

? Oljumálaráðharrin hevur vegna landsstýrið gjørt greitt, at landsstýrið ikki fer at leggja seg út í spurningin um, hvar ein komandi oljuútgerðarhavn skal liggja. Tí stíðir tað móti samgonguni, um Tjóðveldisflokkurin sigur seg ynskja at savna oljuvinnuna í Suðuroynni.

Formaður Javnaðarfloksins heldur ikki útmeldingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum um at savna oljuvinnuna í Suðuroynni hongur saman, tá bæði Høgni Hoydal og Karsten Hansen hava sagt, at teir eru samdir við oljumálaráðharranum í, at landsstýrið skal lata marknaðarkreftirnar ráða fyri, hvar ein komandi oljuvinna skal savnast.

Jóannes Eidesgaard sigur, at um Tjóðveldisflokkurin á tingi veruliga meinar, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni, skal hann smekka nevan í borðið fyri landsstýrinum og krevja, at hann fær sín vilja.

Men hann roknar ikki við, at Tjóðveldisflokkurin meinar nakað við svarinum til Suðuroyar Oljuvinnuráð.

? Eg rokni við, at Tjóðveldisflokkurin bara roynir at tekkjast suðuroyingunum við at siga, at teir vilja hava oljuvinnuna at verða savnaða í Suðuroynni.

? Tosað verður so fagurt um at lata marknaðarkreftirnar ráða. Men vit vita øll, at sleppa marknaðarkreftirnar at ráða, so verður oljuvinnuhavnin løgd á Sundi, vísir Jóannes Eidesgaard á.

Javnaðarflokkurin er enn ikki liðugur at viðgera svarið til Suðuroyar Oljuvinnuráð, og tískil fæst ikki at vita, hvat svarið frá Javnaðarflokkinum verður.