Snýt í X-Factor í Bretlandi

X-Factor starvsfólk í Bretlandi nýttu teirra vitan um sendingina, til at vinna túsundtals krónur hvørja viku. Meðan X-Factor atkvøðurnar rapaðu inn nýttu starvsfólkini høvið at tippa um hvør fór at verða sligin út av kappingini. Teirra vitan um atkvøðurnar hjá hyggjarunum gjørdi, at starvsfólkini megnaðu at vinna sær túsundtals krónur í tipping hvørja viku.

 

Bretskir og danskir miðlar skriva í dag, at starvsfólkini hjá tipping síðuni betfair.com varnaðust, at talan helst var um snýt, og tí lótu tey verða við at gjalda vinningin út. Ístaðin settu tey seg í samband við leiðsluna handan X-Factor, og hesi trý starvsfólkini hjá X-Factor hava nú fingið sekkin.

 

Úr X-Factor í Bretlandi verður sagt, at talan er um eindømi, og at hetta ikki er álvarsligt, tí úrslitið av sendingini ikki var ávirkað av hesum.

Tey trý fyrrverandi starvsfólkini kunnu vænta sær eitt sakarmál.

 

Kelda. Bt.dk