Snýt deyðan

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Tjóvur trýr, at hvør maður og hvør kvinna stjelur sum tjóvur á nátt. Tað er eitt av hesum gomlu orðtøkunum, sum langt síðani hevur fingið løggilding sum ævigur sannleiki, hóast tað ikki er úr Bibliuni.

Aðrir sannleikar enn teir í teirri bókini eru viðurkendir, enntá eisini í Føroyum, har sum Bíblian er grundlóg.

Men nú er stundin komin at umskriva orðtakið. Tað eigur at vera: tjóvur veit, at hvør maður og hvør kvinna stjelur á alljósum degi.

Froyd helt uppá, at kynstráanin stýrir menniskjanum, øllum, sum vit hugsa og gera og fara at gera.

Hann fór sjálvandi skeivur. Ella visti hann ikki betur ella var hansara egna kynstráan so øgilig, at hon stýrdi honum.

Nei, sterkasti ílegan hjá menniskjanum er ílegan, sum fær okkum at snýta ella royna at snýta og lumpa onnur og ofta okkum sjálvi við. Tráanin at snýta er tann sterkasta av øllum.

Og har eru vit føroyingar ikki aftan fyri onnur.

Tað verður annars ofta sagt og ofta skrivað um okkum føroyingar, viðhvørt mín sann eisini í fullum álvara, at vit eru 20 ár, minst, aftan fyri tey, sum vit so gjarna samanbera okkum við, men sum helst ikki vilja vera samanborin við okkum.

Mær vitandi er hetta tó ongantíð vísindaliga prógvað. Eingin doktararitgerð er skrivað og enn minni vard um hetta uppáhaldið. Men kanska hon kemur ein dag.

Tað góða við okkum føroyingum er júst tað, at vit hava ongan skund. Tað, sum kann bíða til í ovurmorgin, tað bíðar til eina ferð í næsta mánað, í desember til næsta ár.

Fólk, nøkur í hvussu so er, harmast framvegis um, at føroyingar tóku loysing í 1946, men kortini eru Føroyar framvegis eitt amt, ella nú ein región, í Danmark. Men hon kemur, loysingin, hon kemur, hóast 20 ár og stívliga tríggjar ferðir tað eru farin. Heldur ikki loysingin hevur nakran skund.

Tað er óðamannaverk at sleppa handbremsuni og seta í gir sama dag, sum bilurin verður startaður. Ting taka tíð.

Og tað ger einki.

Vit lata ikki klokkuna stýra okkum, heldur ikki álmanakkan.

Vit hava ikki skund, vit hava ikki skund.

Tí framtíðin kemur kortini, eitt sekund í senn, sama um vit skunda okkum ella ikki.

Í einm blaði spyrja tey fólk, hvat tað fyrsta er, tey gera um morgunin. Enn hevur bara ein svarað tað einasta, sum tey, sum eru før fyri at svara, kunnu svara: vakni.

Hvussu vilt tú doyggja? Tað varð spurt í einari aðrari slíkari populervísindaligari kanning. Tað eru bara tey, sum beina fyri sær, sum sjálvi velja, hvussu tey doyggja. Onnur sleppa neyvan at velja.

Men spyrt tú meg, sum tú ikki gert, svari eg: eg vil doyggja sovandi mánamorgun millum tveir góðar dreymar.

Á bróstunum í góðum vertshúsum hanga stuttlig og beinrakin skilaorð.

Í einum vertshúsi á Vesterbro í Keypmannahavn stendur uppi yvir barrdiskinum: “Spiritus dræber langsomt. Godt nok, for hvem har travlt med at dø.”

Ikki var inn komandi í kapellið, tí deyðin stóð í durunum, segði ein kenningur, sum ætlaði sær til jarðarferð.

At stjala og snýta eru ikki tað sama. Munurin er, at tað er lógligt at snýta, tíbetur, tí annars eru vit øll kriminell.

Munurin er eisini tann, at tað ber illa til at verja seg móti stuldri. Við støðugt at vera árvakin ber til at sleppa undan at verða snýtt/ur so ofta. Til dømis við at nærlesa kassaseðlar, rokningar og kontuavrit.

Men tað góða er, at tá øll snýta, verður endaliga úrslitið hjá hvørjum einstøkum javnvág. Uttan at duga støddfrøði tori eg at siga, at pluss minus minus pluss gevur null.

Komið og snýtið.