Snýr seg ikki um ein einstakan náta

- Rættarmálið snýr seg um, hvørt lógin ella siðvenjan skulu vera galdandi, sigur bóndin í Saksun.

 

Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, er maðurin, sum hevur meldað ein ein annan fyri at hava tikið náta í Saksunardali.

 

Hann sigur, at fyri seg snýr málið seg ikki um hendan eina nátan, sum nevndur er í ákæruritinum, men er ein prinsipiellur spurningur um fuglaveiðu í føroysku náttúruni.

- Fuglaveiðilógin er rættiliga greið á økinum. Eg havi valt at melda, tí tað er ósamsvar millum tað, sum lógin sigur, og tað, sum siðvenja er. Nú má rætturin taka støðu til, hvat av hesum skal vera galdandi í Føroyum, sigur Jóhan Jógvansson.

 

Les eisini Meldaður fyri at taka nátar á landi

 

Hann sigur, at tað kann væl vera, at tað hevur verið vanligt hjá fólki at taka náta í Saksunardali í nátatíðini, men hansara fatan er, at tøkan er voksin nógv seinastu árini. Áður vóru tað fólk í nærmastu bygdunum, sum fingu sær eitt kók, men nú koma bilar úr øllum landinum.

 

Jóhan Jógvansson góðtekur heldur ikki, at søgan verður førd fram, sum at hann er í hornatøkum við eldra mannin í rættinum.

- Eg eri ikki partur í rættarmálinum. Tað er ákæruvaldið, sum hevur ákært mannin fyri brot á fuglaveiðilógina. Eg havi bara gjørt mína skyldu sum borgari og meldað eitt lógarbrot, sum eg havi sæð, sigur hann.

 

Kortini er tað ein sannroynd, at málið einans er í rættinum, tí at bóndin fyrst meldaði og síðani, tá fútin valdi at sleppa málinum, kærdi avgerðina hjá fútanum til ríkisákæran.

- Tað valdi eg at gera, tí eg haldi hetta vera eitt prinsipielt mál fyri meg sum borgara. Hetta snýr seg um mína rættartrygd. Eftir mínum tykki er lógin greið og hevur maðurin brotið lógina. Eg haldi eisini, at tað er rætt av ákæruvaldinum at royna málið í rættinum. Vit mugu fáa staðfest, um tað er lógin ella siðvenjan, sum er galdandi á økinum, sigur hann.