Tað var greitt beinanvegin. Hann var ikki førur fyri at halda fram. Pauli G. Hansen fór ikki at spæla við eftir steðgin. Kringi miðvallarin skar í eitt hart og langdrigið ýl. Annars var gravartøgn í Gundadali hesa løtuna. Tað tóktist sum, at áskoðararnir bíðau bara eftir dóminum. Gult ella reytt.
Hetta var í tíðini, dómarin hevði lagtafturat fyrra umfarinum. Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymur, stóð á síðulinjuni og hugdi at. Nú skuldi uppleggið broytast. Spurningurin var, hvussu hann legði spæliskipanina til rættis.
- Tað var sjálvandi ein dyggur smeitur. Pauli G. Hansen var snúningsdepilin á miðvøllinum, og hann átti virknan leiklut í spælinum fyri steðgin. Tað vísir seg eisini, at vit missa tamarhaldið á miðvøllinum eftir steðgin. Vit eru ikki eins tryggir á bóltinum, hóast miðvallarnir stríddust fyrimyndarliga væl. Vit saknaðu hann, rætt og slætt, sigur Heðin Askham. Hann loysti knútin við at senda framherjan Arnbjørn T. Hansen, sum hevur verið plágaður av skaða síðstu dagarnar, og tískil ikki spældi við fullari megi, á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki. Levi Hansen, sum var einsamallur álopsmaður undan hvíldini, spældi undir liðini á Pæturi Dam Jacobsen á miðvøllinum í seinna hálvleiki.
Støðan var íkomin, tí Pauli G. Hansen og Jákup á Borg brustu saman, tá báðir tveittu seg eftir bóltinum, skamt frá B36-húsinum. Jákup á Borg kom við fullari ferð og rendi høgra fót inn í knæið á mótstøðumanninum, sum stýrdi bóltinum út av síðulinjuni. Petur Reinert, dómari, var staddur fáar metrar frá, men valdi ikki at floyta. Dómarin vísti við sínum høgra armi, at tað var innkast til B36. Pætur Dam Jacobsen var knappur og skumpaði undir Jákup á Borg, meðan hann gav róp frá sær. Tá rann Petur Reinert á staðið og sissaði stríðsmenninar.
Jákup á Borg slapp snikkaleysur, hóast tað ikki hevði verið ein ov hørð revsing at rikið hann av vølli við einum reyðum korti. Pauli G. Hansen var borin av vøllinum.
- Vit vita framvegis ikki, hvussu álvarsamur skaðin er. Um liðbandið er rokið, verður Pauli G. Hansen neyvan aftur á vøllinum hetta kappingarárið, sigur Heðin Askham, venjari hjá B36.