Sníktu seg við Norrønu til Íslands

Fýra flóttafólk vórðu steðgað, tá Norrøna kom á Seyðisfjørð.

Íslendska løgreglan steðgaði týsdagin fýra flóttafólkum, tá Norrøna kom á Seyðisfjørð. Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.


Jónas Wilhelmsson, løgreglukommisserur í Egilsstaði, sigur við RÚV, at flóttafólkini, ið allir vóru menn, koma frá afrikansku londunum Marokko og Tunis.  


Í fyrsti atløgu tók løgreglan ein av monnunum við til Egilsstaðir, har hann varð sálarkannaður. Tað gekk tó ikki leingi áðrenn boð aftur vóru eftir løgregluni, tí hinir tríggir menninir vóru rýmdir av bátinum. Teir meldaðu seg tó sjálvar til løgregluna.


Tveir av teimum monnunum hava søkt friðskjól í Íslandi, meðan tann triði er á veg aftur til Danmarkar.