Í morgun komu tríggir afganar inn á politistøðina í Havn.
Teir høvdu leygardagin sníkt seg umborð á Norrønu í Hirtshals, og tá ið skipið komu til Føroya, sníktu teir seg í land.
Hildið verður, at teir hava fjalt seg í fraktini á túrinum.
Ætlan teirra var at fara til Íslands og søkja um friðskjól har.
Teir ungu afganarnir verða nú sendir aftur til Danmarkar, og kannað verður, hvussu tað kundi bera til, at menninir fingu sníkt seg umborð og í land.










