Løgreglan fór í nátt undir eitt miðvíst átak at steðga bilum at, hvussu standurin var hjá bilføraranum.
Í hesum sambandi vórðu 54 bilar steðgaðir í Vágum og í Vestmanna og aðrastaðni, og av teimum var tað ein bilførari, ið hevði drukkið meir enn gott er.
Men á veg suður aftur til Havnar, varnaðist løgreglan, at ein bilur var á veg eftir Oyggjarvegnum.
Hann verður ikki nógv brúktur longur, so bara tað, at ein bilur fór eftir oyggj á náttartíð, fekk løgregluna at fáa illgruna um, at okkurt var á vási.
Tískil varð bilurin tikin og rætt var, tí tá ið bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann hevði kenning.
Hinvegin vórðu eisini tveir bilar steðgaðir, tí illgruni var um, at bilførarin hevði kenning, men teir vóru báðir kalda edrúir.
Annars hevur løgreglan havt nógvar uppgávur í nátt, og hóast talan er mest um smáttarí, má sigast, at tað eru fjøllbroyttar uppgávur, løgreglan fær.
Í nátt hava fólk ringt um alt møguligt, alt frá hundum og rossum, sum eru til ampa og um eina harraleysa kettu.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um tónleik, sum ov harður, grannaklandur óynsktar gestir, gøtuófrið, bardagar, herverk og annað mangt.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um ein mann, sum gekk og válaði, men tað vísti seg bara vera ein av tí morgunfríska slagnum, sum plagdi ganga sær ein góðan túr um morgnarnar.
Í gjárkvøldi fóru tvær kvinnur til hendurs og tað endaði við, at onnur kvinnan dróg hina eftir hárinum og stóð eftir við fullum lógva av hári.
Hon verður nú skuldsett fyri harðskap.
Annars fekk eisini eitt gistingarhús ávísar gestir á gátt í gjáramorgunin og nakað eftir at teir eru farnir, varnast starvsfólki, at ein telda er horvin av skrivstovuni.
Løgreglan hevur ikki funnið telduna aftur, men hon hevur ein illgruni um, hvør tað kann vera.










