Sníkiskjútti fekk deyðadóm

Tann 43 ára gamli John Allen Muhammad, sum myrdi fleiri fólk á Washington-leiðini í oktober í 2002, er dømdur til deyða

Nevningarnir í Virginia vóru ikki í iva um, at John Allen Muhammad var sníkiskjúttin, sum herjaði á Washington-leiðini á heysti í 2002. Í rættinum var hann ákærdur fyri at hava skotið Dean Howard Meyers, sum var í ferð við at fylla tangan á bili sínum, tá hann bleiv skotin.

Dean Howard Meyers var ein av teimum tíggju, sum John Allen Muhammad og hjálparmaður hansara, Lee Boyd Malvo, skutu. Tann 19 ára gamli Malvo hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing.

Undir rættarmálinum helt John Allen Muhammad uppá, at hann var ósekur, og verjarnir mæltu rætinum frá at døma hann til deyða. Men LeRoy Millette, dómari, staðfesti í úrskurðinum, at maðurin hevur uppiborið deyðarevsing.