Tað er stórarbeiði sum eru í gongd í Hesti í hesum døgum.
Ein hevur ikki meiri enn sett fótin á land av Ternuni, tá ein møtir teirri fyrstu stóru maskinuni og tí fyrsta manninum til arbeiðis.
Í eina tíð hava menn og maskinur nevniliga arbeitt við at betra um kloakkviðurskiftini í bygdini.
Nógvastaðni eru langar rennur gravaðar millum húsini, har rør eru løgd í. Og vegurin inni í bygdini er av somu orsøk eisini grópaður upp.
Hetta fer tó bert at vera so eina tíð aftrat, tí nú sæst ein endi á hesum arbeiðinum.
Sama tænasta
Hestur gjørdist fyri hálvum øðrum ári síðani partur av Tórshavnar kommunu.
Endamálið við hesi samanlegging var m.a. at kunna veita borgarunum í báðum kommunum betri tænastur og at fáa størri nyttu úr íløgum, ið longu vóru gjørdar, soleiðis at sleppast kundi undan dupultum íløgum.
Eitt annað endamál var at allir borgarar í hesi stóru sameindu kommununi skuldu hava somu skyldur og somu rættindi, og at tænastuveitingar og kostnaðarstøðið verður eins hjá øllum borgarum í kommununi.
Soleiðis hevur Hestur í hesum umfarinum fingið fyrimun av tí, at nú verða tey umhvørvisligu viðurskiftini fingin í rættlag.
Hetta er eitt stórt, umfatandi og ikki minst kostnaðarmikið arbeiði, sum hereftir fer at vera hestfólki at gagni.
Asfaltera
Samstundis við hetta arbeiðið verða teir gomlu lyktasteyrarnir skiftir út við nýggjar.
Eftir er so at asfaltera vegirnar í bygdini. Hetta verður eftir ætlan gjørt einaferð í komandi mánaði.
Ynskið hjá borgarum í Hesti er at fáa allan tann fýra kilometrar langa kommunala vegin lagdar undir asfalt.
Talan var her um vegin millum støðini, tey nevna Norður á Sandvøll og út á Lið. Men hetta ynskið varð kortini ikki eftirlíkað á hesum sinni.