Smyrjubreyðsbúðin í Havn skift eigara

Charlotte og Ívar Elendersen, sum havi staðið á odda fyri Smyrjibreyðsbúðini seinastu sjey árini, hava gjørt av at gevast vegna heilsustøðuna hjá Charlotte.

 

Gist&Vist tekur yvir raksturin, og Súsanna Danielsen, kokkur, fer at standa á odda fyri Smyrjibreyðsbúðini framyvir.

 

Súsanna Danielsen hevur seinastu nógvu árini starvast á kendum matstovum í Keypmannahavn og í Føroyum.

 

– Virksemið heldur fram óbroytt, verandi starvsfólk halda fram eftir eigaraskiftið, og vit gleða okkum at veita trúføstu kundunum hjá Smyrjibreyðsbúðini eina góða tænastu framyvir, eisini eftir yvirtøkudagin, sum verður 1. oktober 2017, sigur Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist.