Smyril verjir Suðuroy

6-mannafør menn: Vágbingar vunnu aftur í dag sannførandi sigur, eftir at Sundabáturin í góða løtu royndi at halda tørn

Í kvøld fara kappróðrarmenninir úr Vági suður aftur um Suðuroyarfjørð við Smyrli, eftir at teir í dag hava luttikið í kappróðrinum í góðveðrinum á Skálafjørðinum.

Smyril verður umborð á Smyrli í kvøld, og í viðførinum hava óførur vágbingarnir gullkrónur og steyp. Eftir sigur á norðoyastevnu og sera sannførandi sigur í dag eru teir stórir favorittar at vinna í heimasjógvi, tá ið jóansøka verður um eina viku, og teir eru eisini favorittar at vinna FM.

Í dag vóru Hvessingur og Sundabáturin saman við Smyrli framvið í startspurtinum. Skjótt misti Hvessingur eitt sindur, men Sundabáturin megnaði at halda tørn, inntil málið var hálvrógvið ella gott tað.

So vístu teir umborð á Smyrli, at tað vóru flest knotur í teimum. Smyril fleyst frá Sundabátinum, sum á málinum var væl meiri enn eina bátslongd aftanfyri Smyril og meiri enn eina bátslongd undan Hvessingi.

 

1 Smyril

2 Sundabáturin

3 Hvessingur

4 Gongurólvur

5 Tindur

6 Riddarin

7 Lómur