Hann verður í Havn umleið klokkan 22.30 og fer suður aftur beinanvegin Eftir ein heldur møðsaman dag við brekið oman á breki, er Smyril nú loksins á veg til Havnar.
Strandferðslan sigur, at hann verður í Havn umleið klokkan 22.30 og hann fer suður aftur beinanvegin.
Í morgin veður so siglt eftir vanligu ferðaætlanini.
Trupulleikarnir hjá Smyrli byrjaðu longu klokkan sjey í morgun, tá hann ikki slapp av Havnini. Ferðin var útsett tveir tímar, men tá ið teir høvdu siglt eina løtu, máttu teir venda aftur, tí trupulleikarnir stóðu við.
Klokkan 14 fór hann aftur til Suðuroyar og skuldi væntandi sigla eftir feðaætlanini síðani. Tað gekk gott suður, men so var aftur galið, so hann lá líka til klokkan var farin av 20 í kvøld.
Men so loysti hann og nú er hann so á veg norður eftir aftur.










