Smyril var bíðitíðina verdur

Hesin Smyrilin er eitt veruligt frambrot fyri Suðuroyingar, segði løgmaður

Nýggi Smyril


Nýggi Smyril var bíðitíðina verdur.
Tað helt Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tá ið hann var við til at taka ímóti nýggja Smyrli leygardagin.
Hann minti á, at tað var fyri júst 110 árum síðani, at tann fyrsti Smyrilin stevndi inn á Trongisvágsfjørð. Mortensensmenninir lótu hann byggja í Malmø til innanoyggjasigling. Nú tann fimti Smyril stevnir inn á sama fjør, eru tey 162 bruttotonsini hjá fyrsta Smyrli vorðin til næstan 13.000 BRT, 160 HK dampmaskinan er vorðin til 18.300 HK maskinorku, og tær 70.000 kr., ið var byggikostnaðurin í 1895, eru vorðnar til á leið 270 milliónir krónur.
So tað er munur á skipum.
 Í meira enn eina øld hava Smyrlarnir havt ein ótrúligan týdning fyri suðuroyingar og teir hava verið ein sannur partur av okkara samleika og ein ímynd av Suðuroynni. Hetta er okkara samband við umheimin. Smyril er okkara úthurð, og hann er okkara vegur út í heim.
Løgmaður vísti á, at tað størsta og veruliga frambrotið í sambandi við suðuroyarsiglingina kom í 1975, tá ið Smyril kom, sum nú verður lagdur.
 Tá varð veruliga hugsað stórt. Smyrilin undan honum flutti seks, sjey bilar, sum allir skuldu hivast umborð, men Smyrilin, sum kom í 1975, var ein bilaferja, sum tók 100 bilar, ið allir kundu koyra umborð.
Hann vísti á, at nógv vóru reiðiliga ivasom um tað var rætt at keypa eitt so stórt skip til innanoyggjasigling.
 Men tíbetur oru verulig framburðsfólk, sum søgdu, at jú betur ferðasambandið var, tess fleiri fólk fóru at ferðast - at Smyril var landsvegurin hjá suðuroyingum til restina av landinum. Og rætt fingu tey.
Nú nýggjur Smyril kemur, kann frambrotið ikki heilt samanberast við 1975. men kortini er talan um eitt veruligt frambrot.
 Tá vit sóu henda Smyril fyri fyrstu ferð, tá hann fyri trimum vikum síðani varð doyptur í Spania, vóru allir føroysku gestirnir á einum máli um, at talan var um eitt framúr vakurt skip, har vit síggja spanskt handverk, tá tað er best, og eg veit, at hetta skip verða vit øll glað fyri og góð við, segði løgmaður.