Smyril úr Vági hevur vunnið allar róðrarnar, og vágbingar eru so at siga FM vinnarar í kappingini millum 6-mannaførini.
Í dag sá tað einki úr hjá vágbingum í startspurtinum. Tað riggaði ikki heilt, og Smyril var aftanfyri einar tríggjar ella fýra bátar, tá ið startspurturin var av.
Sundabáturin, Tindur, Hvessingur og Hósvíkingur fingu betri start enn Smyril, men ikki serliga góði starturin skelkaði á ongan hátt vágbingar.
Smyril vann seg skjótt framum teir flestu, og í eina løtu renn hann aftaná Sundabátinum, sum stoð seg heilt væl.
Tá ið farið varð undir endaspurtin, var Smyril fremstur, og hóast teir á Sundabátinum løgdu nógv fyri í endaspurtinum, so eydnaðist tað ikki Sundabátinum at taka Smyril, sum var eina hálva bátslongd undan avbjóðaranum, tá ið teir fóru um málið.
1 | Smyril | 04:45.30 |
2 | Sundabáturin | 04:46.24 |
3 | Tindur | 04:51.46 |
4 | Hvessingur | 04:53.04 |
5 | Gongurólvur | 04:55.01 |
6 | Páll Fangi | 04:55.25 |
7 | Hósvikingur | 04:57.25 |
8 | Rádni | 05:00.20 |
9 | Strálan | 05:18.08 |
10 | Riddarin | 05:23.43 |
1 | Smyril | 42 |
2 | Sundabáturin | 35 |
3 | Hvessingur | 30 |
4 | Tindur | 22 |
5 | Gongurólvur | 14 |