Smyril átti besta flogið

6-mannafør menn: Kappingin var við Sundabátin, meðan FM vinnarin í fjør endaði á triðja plássi

Tað var leingi heilt spennandi, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust á norðoyastevnu.

Sundabáturin fekk góðan start, og tað fingu eisini Smyril og Hvessingur, sum í fjør vann FM.

Hvessingur misti sammett við hinar báðar, og í endaspurtinum var Smyril tann drúgvasti og vann við einari bátslongd aftur til Sundabátin.

 

1 Smyril                05.00.34

2 Sundabáturin 05.03.03

3 Hvessingur       05.07.02

4 Tindur

5 Riddarin

6 Lómur

7 Gongurólvur