Smyril útsetir fráferð til klokkan 13

Vegna vánaligar veðurfrásagnir er fráferðin hjá Smyrli av Havnini, ið skuldi vera klokkan hálvgum tíggju flutt til klokkan 13, og hetta verður seinasti túrur hjá Smyrli í dag. Ringa veðrið tarnar samferðsluni í dag. Fyrr í morgun avlýsti Strandferðslan allar rutur hjá Bygdarleiðum fyribils, tí veðurvánirnar eru so ringar. Tó fór flogrutan av Farstøðini klokkan 9:15.

Sandoyarleiðin varð eisini avlýst í morgun, og Teistin siglir ikki fyribils.