Smyril fekk so mikið álvarsligar tekniskar trupulleikar leygarmorgunin, at tað órógvaði siglingina.
Hann skuldi fara úr Havn klokkan sjey leygarmorgunin, men brek í elektrisku skipanini førdi til, at ferðin varð útsett í tveir tímar.
Smyril fór sostatt úr Havnini næstan tveir tímar seinkaður, tá ið teir hildu seg hava loyst trupulleikan. Men tá ið hann hevði siglt eitt korter, fór brekið aftur at gera um seg aftur.Fyri at binda um heilan fingur, gjørdi skiparin av at venda aftur til Havnar.
Har fingu teir bilbukt við brekið, so Smyril loksins slapp suður klokkan 14. Restina av degnum skuldi hann so sigla eftir ferðaætlanini.
Men gakk: Tá ið hann skuldi loysa av Krambatanga klokkan 18.30, gjørdi brekið aftur vart við seg og sostatt var hann næstan tveir tímar seinkaður norður og túrurin suður aftur varð tilsvarandi seinkaður. Men tá høvdu teir fingið endaliga bilbukt við brekinum.










