Tað er nú greitt, at tað verður neyðugt at taka Smyril úr suðuroyarsiglingini, tá ið motorskaðin, hann fekk fyri smáum tveimum vikum síðani, skal umvælast.
Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.
Hann sigur, at brekið er so mikið umfatandi, at tað kann ikki umvælast ímeðan Smyril er í sigling.
Enn er ikki greitt, hvussu leingi Smyril skal takast úr sigling, men leysliga mett verður í øllum førum talan um einar 10-14 dagar, sigur hann.
Men hóast Smyril má takast úr sigling, er tað kortini ein stórur fyrimunur, at tað verður ikki neyðugt at senda hann av landinum.
- Brekið kann umvælast í Føroyum, sigur rakstrarleiðarin.
Hann sigur, at enn er ikki endaliga greitt, hvussu brekið verður umvælt.
Skaðin er so mikið umfatandi, at Strandferðslan er mest sinnað at seta nýggjan motor í Smyril.
- Verksmiðjan, sum hevur gjørt motorin er farin at leita eftir nýggjum motori, men enn vita vit ikki, hvussu gongst við tí.
Hin møguleikin er at byggja motorin upp aftur, men skaðin er so umfatandi, at tað fer at taka rúma tíð hjá verksmiðjuni at gera tað, sum skal skiftast, tí ein partur av tí, sum skal skiftast, er sjálvur motorblokkurin.,
Men sama, hvør loysnin verður, verður neyðugt at taka Smyril úr sigling, tí hol má undir øllum umstøðum skerast í biladekkið so at motorurin, ella blokkurin, kunnu skiftast tann vegin.
Hvussu verður við Suðuroyarsiglingini hesa tíðina, Smyril er burtur, er ikki greitt enn.
- Síðst, Smyril var burtur, røkti Norrøna suðuroyarsiglingina og tað eydnaðist avbera væl, tí tað er nógv besta avloysaraskip, vit hava havt, sigur rakstrarleiðarin.
Tá varð lagt upp til, at Norrøna skuldi vera fast avloysaraskip hjá Smyrli, men enn hava ongar samráðingar verið við Smyril line.
Hann sigur, at tað skal eisini passa saman við virksemið hjá Norrønu annars og Strandferðslan hevur lagt upp til at umvæla brekið á Smyrli í November ella í desember.
Spurningurin er so eisini, hvussu verður at finna avloysaraskip fyri Norrønu hesar dagarnar.
Conrad Gaard Joensen sigur, at Strandferðslan er tryggjað ímóti slíkum, men hon hevur kortini eina sjálvábyrgd á tvær milliónir.
Harafturat kemur so upphæddin, avloysaraskipið kostar at leiga og sum er ókend enn.
Men rakstrarleiðarin sigur, at undir øllum umstøðum verður neyðugt við eini eykajáttan úr landskassanum at umvæla skaðan fyri.