Smyril takast úr sigling í ein mánað

Í vár verður Strandfaraskipið, Smyril, tikið úr sigling í fýra ella fimm vikur.

Tað hendir í sambandi við, at Smyril skal í dokk til eftirlit, sum Skipasýnið krevur.

Í hesum sambandi hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, biðið Løgtingið um 13,5 milliónir til endamálið.

Prísurin fyri sjálva dokkingina verður 8,750 milliónir krónur og restin, 4,750 milliónir, skulu brúkasttil at finna eitt hóskandi avloysaraskip.

Smyril varð settur í regluliga sigling á Suðuroyarleiðini seinast í 2005.

Á myndini liggur hann við bryggju á Krambatanga í Suðuroy. Menhvørja ferð, hann skal í dokk, er neyðugt, at skipið fer uttanlands tí í Føroyum eru ikki møguleikar at dokka Smyril.

Smyril var í dokk í 2010 og hann skal aftur í dokk næsta ár, og Strandferðslan arbeiðir við at fáa Smyril í dokk í? vár, tá minni trýst er á flutningin, sigur landsstýrismaðurin.

Samstundis skal Strandferðslan útvegað eitt hóskandi avloysaraskip fyri Smyril og tað skal vera eitt skip, sum hevur líka stóran kapasitet, sum Smyril.

Men Johan Dahl ásannar, tað er tórført at fáa fatur á einum hóskandi avloysaraskipi, tað arbeiðið er Strandferðslan farin undir at tryggja sær, sigur hann.